Hevur tú áhuga í at kunna teg um ávís vinnuøki í sambandi við tín lestur og fáa royndir innan føroyska vinnulívið? So kanst tú søkja um at koma í starvsvenjing í Vinnuhúsinum í vár.
Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og tørvinum hjá Vinnuhúsinum.
Eitt nú kundi talan verið um:
- samskipa tiltøk og smærri verkætlanir
- skriva smærri frágreiðingar
- gera greiningar/kanningar
- kunningartilfar til heimasíðuna
- ella annað, sum hóskar til fakliga førleikan
Harumframt fer tann starvslesandi at luttaka í dagliga arbeiðnum í Vinnuhúsinum. Umsøkjarin er eisini vælkomin at koma við ítøkiligum uppskoti til uppgávu ella verkætlan í umsóknini.
Freistin at søkja er 1. februar 2017. Les starvslýsing her.
Starvslesandi til KT-felagið
KT-felagið leitar somuleiðis eftir ágytnum lesandi at hjálpa KT-felagnum at samskipa átakið #rita1tíma 2017.
#rita1tíma er samskipað í samstarvi við Skúlan á Fløtum og endamálið við átakinum er at økja um kunnleikan til forritan. Hetta verður gjørt við at bjóða skúlum møguleika fyri at fáa starvsfólk úr KT vinnuni inn um skúlagátt at undirvísa næmingum í grundleggjandi forritan. Tann lesandi skal samskipa skúlavitjanir og møguliga eisini saman við einum starvsfólki úr KT vinnuni undirvísa næmingum í forritan, tá farið verður á skúlavitjanir.
Samband millum vinnulív og lesandi
Vinnuhúsið eigur og umsitur heimasíðuna leinkjan.fo, og har ber til at síggja onnur lestrarstørv og uppgávur, sum lesandi kunnu gera í samráð við føroyskar fyritøkur.