Vinnuhusid 1 (1)

Vinnuhúsið spyr um starvsfólkatørv í privatu vinnuni

20. november. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Endamálið við kanningini hjá Vinnuhúsinum er at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er

Vinnuhúsið er í løtuni í gongd við eina umfatandi spurnarkanning, har fleiri enn 100 føroyskar fyritøkur verða spurdar um starvsfólkatørvin hjá privatu vinnuni í Føroyum.

Hvat tørvar okkum?

Endamálið við kanningini er at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er. Í kanningini verður millum annað hugt nærri at tørvinum í teimum ymisku vinnugreinunum, og hvørt tað er brúk fyri ófaklærdum starvsfólkum, fólk við yrkisútbúgving ella starvsfólk við longri útbúgving. Eisini verður spurt nærri um, hvat slag av førleikum, sum tørvur er á.

Fyritøkurnar verða eisini bidnar um at hyggja fram í tíð og koma við sínum boðum um, hvussu tær síggja framtíðina á starvsfólkaøkinum og hvørji átøk eiga verða gjørd fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini.

Stór avbjóðing

Hyggja vit út um landoddarnar, er niðurstøðan í okkara grannalondum greið: Trotið á arbeiðsmegi er størsta einstaka avbjóðingin hjá fyritøkunum. Júst trotið steðgar teimum at vaksa og at gera íløgur í framtíðini.

Útlit eru fyri, at avbjóðingin kann fara vaksa enn meira. Eins og í Føroyum, so gerast tað eisini fleiri eldri í okkara grannalondum. Hetta merkir, at býtið millum tey, sum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum og tey, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, kann broytast nógv komandi árini.

Samstundis hava bæði tað almenna og tað privata stóran tørv á arbeiðsmegi komandi árini. Avbjóðingin er samansett. Øðrumegin snýr tað seg um at hava nóg mikið av arbeiðsmegi, og hinumegin um at hava eina arbeiðsmegi við teimum røttu fakligu førleikunum.

Tá ið kanningin hjá Vinnuhúsinum er liðug, er ætlanin at almannakunngera úrslit úr kanningi.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

    Vinnuhúsið og Útlendingastovan hava í samstarvi gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk.

    06. Januar. 2025
    14Df86a26f309af3d8b49339cbf17f39464397f5 W1152 H0 Fs