Vinnulívið stóran tørv á bindandi svarum frá almennum myndugleikum

26. september. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at lógaruppskot nú er lagt fyri Løgtingið um at seta í verk skipan, har einstaklingar og fyritøkur kunnu fáa bindandi svar uppá spurningar av skattligum slag. Vónandi verður uppskotið væl móttikið í Løgtinginum, og kann tæna sum fyrimynd fyri onnur øki.

Í Føroyum eru fleiri øki, har vinnulívið kann hava gagn av bindandi svarum fyri at minka um óvissuna, tá avgerðir skulu takast, og fyri at forða fyri skeivum íløgum. Eitt nú í sambandi við skattalóggávuna, heilsufrøðiligu lóggávuna, arbeiðsumhvørvislóggávuna og lógarverkið kring skipaeftirlit.
Tá ein fyritøka t.d. skal gera eina íløgu í eitt vinnutól kann tað ofta frammanundan vera nóg ringt at spáa um framtíðina. Hvussu nógv kann fyritøkan vænta at framleiða, kann eftirspurningurin broytast o.s.fr. Um tað harumframt heldur ikki er greitt, hvussu lógir og reglur skulu tulkast, leggur hetta afturat tí óvissu, sum frammanundan er, og tað verður uppaftur torførari hjá fyritøkuni at taka rættar avgerðir.
Í grannalondunum hava fleiri almennir myndugleikar ásannað hetta, og hava sum eina avleiðing sett í verk skipanir við bindandi forhandarmetingum og –tilsøgnum. Hetta merkir, at ein fyritøka kann venda sær til myndugleikarnar og fáa eina bindandi meting ella tilsøgn um, hvussu tann almenni myndugleikin fer at viðgera eitt mál ella tulka eina rættarreglu. Dømi um hetta er, at skattamyndugleikin frammanundan gevur fyritøkuni eina bindandi tilsøgn, hvussu myndugleikin fer at viðgera eitt ávíst mál skattliga, við støði í galdandi rættarreglum. Hetta kann fyritøkan so taka við í sínar metingar, tá avgerðin skal takast.
Í fleiri av teimum vinnupolitisku ætlanum, sum eru orðaðar í Føroyum í nýggjari tíð, hevur landið sett sær sum mál at skapa stabilar karmar um føroyskt vinnulív. Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast. Tá ein fyritøka ger ætlanir um framleiðslu, marknaðarføring, íløgur v.m. hevur tað stóran týdning hjá fyritøkuni at vita hvussu tað almenna fer at viðgera málið.  At seta í verk skipanir við bindandi forhandarmetingum og –tilsøgnum er tí ein partur av uppgávuni at skapa stabilar karmar fyri føroyskt vinnulív. Umframt at hetta hevði verið ein fyrimunur fyri vinnulívið, hevði tað óivað eisini verið ein fyrimunur fyri tað almenna, sum skal nýta minni orku uppá trætumál og ósemjur.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L