Vinnulívsseminar 27. mai – umboð fyri svenskt vinnulív á vitjan

19. mai. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Svenski handilsráðharrin Ewa Björling og umboð fyri svenskar fyritøkur vitja Føroyar.

Týsdagin 27. mai kl. 10.00 – 13.30 verður skipað fyri vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum við luttøku av svenska handilsráðharranum Ewu Björling og umboðum fyri svenskt vinnulív.

Yvirskipaða endamálið er at menna samstarvið millum føroyska og svenska vinnu.

Luttakandi fyritøkur:

  • Orkla Foods

  • Skandinaviska Enskilda Banken (SEB)

  • Saab

  • NCC

  • Nibe/Vølund

  • Volvo

  • Fiskareföreningen Norden

Vegna avmarkað pláss verða fyritøkur, sum hava áhuga at luttaka, bidnar um at boða frá luttøku til Vinnuhúsið á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. mai.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L