Vinnupolitikkur: Eykaskattur á fiski og alivinnu

07. oktober. 2013 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast stórliga á vinnupolitikkin, sum er settur út í kortið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014.

Fíggjarlógaruppskotið leggur upp til, at tann parturin av fiski- og alivinnuni, sum seinastu árini hevur tillagað seg og framt átøk bæði rakstrarliga og fíggjarliga fyri at fáa ein sunnan rakstur, skal rinda meira í tilfeingis- og loyvisskatti.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið er á vandakós, tá eyka skattur á ávísar vinnur verður nýttur sum afturvendandi fíggingargrundarlag fyri almenna raskturin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini ávarað ímóti, at politiska skipanin tillagar skattin alt eftir, hvat restar í fyri at fáa endarnar at røkka saman í almenna landshúsarhaldinum í staðin fyri at fremja rationaliseringar, og er hetta júst tað, sum er gjørt í sambandi við fíggjarlógina fyri 2014. At havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur so vánaligar fíggjarumstøður, sum fjølmiðlarnir hava greitt frá seinastu vikuna, ber boð um júst hetta.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum víst á, at felagið undir ávísum fortreytum tekur undir við, at fiskivinnan, sum hevur rætt til eitt avmarkað tilfeingið, rindar eitt hóskandi tilfeingisgjald og at alivinnan, sum hevur loyvi at ala, rindar eitt ávíst loyvisgjald . Ein fortreyt fyri at taka undir við hesum er tó, at avlagandi skipanir, so sum stuðulsskipanir og skattalætti til ávísar bólkar og vinnur, verða avtiknar, og at somu prinsippir eru galdandi fyri allar vinnur, í hvønn mun tær skulu gjalda fyri almennar tænastur ella ikki. Somuleiðis er tað ein fortreyt, at atlit verða tikin til kappingarførið hjá føroysku vinnuni.

Havast skal eisini í huga, at sambært fíggjarlógini økjast inntøkurnar frá felagsskatti munandi komandi ár orsakað av góðu gongdini í alivinnuni og pørtum av fiskiflotanum.

Í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at skatturin á fiski- og alivinnuna skal hækkast úr 2,5% upp í 7%, og tað gevur landinum tilsamans umleið 45 milliónir krónur. Avlagandi stuðuls- og skattaskipanir verður tó einki gjørt við - skipanir sum skeikla kappingina um arbeiðsmegina, og sum hava við sær, at aðrar vinnur hava trupult við at standa seg í kappingini um arbeiðsmegina.

Um landskassanum tørvar pening, skal landsstýrið avtaka allar serskipanir heldur enn at leggja eyka skattir á ávísar vinnugreinar. Hetta hevði gagnað bæði landinum og vinnulívinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L