Vinnupolitikkurin farin fyri bakka

18. juni. 2010 | Áskoðan

Føroyska vinnan hevur staðið fyri stórum avbjóðingum seinastu tvey árini, men góða gongdin í alivinnuni hevur minkað um samfelagsligu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni. Stóra avbjóðingin er at fáa vinnupolitikkin aftur á beint, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggjastu ársfrágreiðingini.

Vinnupolitikkurin í Føroyum er ov tilvildarligur og óstøðugur. Hetta ger, at føroyska vinnulívið á fleiri økjum ikki er kappingarført við grannalondini, umframt at hetta skapar óneyðuga misnøgd í føroysku vinnugreinunum.

Tað var ein av niðurstøðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðingini á aðalfundinum í dag. Nevndin nemur í ársfrágreiðingini við flestu vinnugreinarnar, sum felagið umboðar, og eins og í fjør kemur nevndin við nøkrum ítøkiligum tilmælum, fyrst og fremst til politisku skipanina.

Um sjálvan vinnupolitikkin er frágreiðingin bersøgin, ikki minst í sambandi við tær mangan tilvildarligu mannagongdirnar, nú vinnupolitikkurin er vorðin spjaddur millum fleiri aðalráð.

-Vinnupolitikkurin er farin fyri bakka, og er hetta partvíst orsakað av vánaliga samstarvinum millum fleiri av aðalráðunum, sum hava spjatt vinnumálini millum sín, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum beinleiðis mælir til, at aðalráð verða løgd niðurløgd og at vinnumál verða savnað undir eitt av teimum.

Ein av uppgávunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er at hava eitt vakið eyga við tí, sum hendir á vinnupolitiska økinum og samfelagnum annars. Felagið heldur, at almenni parturin av samfelagnum átti at verður skipaður soleiðis, at hann hóskar til okkara lítla samfelag, heldur enn at velja loysnir, sum stór lond brúka. Hetta er ov kostnaðarmikið og hóskar ikki til ta fíggjarorku, vit hava, sigur felagið.

Føroya Arbeiðagevarafelag undrast á politiska atgerðaloysi, nú bygnarligt hall er á fíggjarlógini. Úrslitið verður, at vinnulívið, sum skal standa fyri einum komandi búskaparvøkstri, skal gjalda fyri ovurnýtsluna í almenna sektorinum, sigur felagið, sum heldur, at hendan tilgongd bara fer at longja um búskaparkreppuna, sum framman undan rakar hart.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur annars, at føroyski arbeiðsmarknaðurin má skipast betri, at málið um atgongd til arbeiðsmegi sum heild má endurskoðast og at spurningurin millum Føroyar og ES verður tikin í álvara.

Eisini mælir felagið til, at nýggjur fiskivinnupolitikkur verður orðaður. Grundsjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at okkurt er galið við eini vinnu, sum ikki kastar mest møguligt av sær fíggjarliga.

-Endamálið við einum fiskivinnupolitikki má vera at skipa eina vinnu, sum er lívfrøðiliga burðardygg og búskaparliga haldfør og sum gagnnýtir tilfeingið á ein hátt, sum kastar mest møguligt av sær til bæði vinnuvirkir og samfelagið yvirhøvur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vinnuvirkir merkja, at tey eru í kapping við tað almenna um tænastur og tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vera nøktandi. Felagið vísir á, at leisturin í seinastuni hevur verið, at almennur stovnar bjóðar uppgávur út, sami stovnur bjóðar upp á arbeiðið og sami stovnur ger eisini av, hvør skal fáa uppgávurnar at loysa umframt at hava eftirlitið. Hetta heldur felagið ikki vera haldbært og heitir á politisku skipanina um at steðga hesum beinanvegin.

Vinnuhúsið fer komandi dagarnar at taka nærri í nakrar av aðaltáttunum í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Link til Ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya