Vinnupolitikkurin má aftur á beint

13. juni. 2011 | Áskoðan

Vinnumál eru spjødd í politisku skipanini, og ongin semja er millum politisku flokkarnar um vinnupolitisku kósina. Nú má skipast ein greiður vinnupolitikkur, ið miðar eftir at skapa vøkstur í vinnuni og ikki bara at tyngja vinnuna við gjøldum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Vinnupolitiska kósin seinnu árini hevur verið ógvuliga ógreið. Ongin yvirskipaður vinnupolitikkur hevur verið førdur, og vinnumál hava ikki fingið ta rúmd, sum tey hava uppiborið. Henda støða er alt annað enn nøktandi, og tí eigur politiska skipanin nú at leggja á annan bógv.

Eftir búskaparkreppuna í 1990'unum settu arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini saman við øðrum sjøtul á arbeiðið at orða ein greiðan vinnupolitikk. Nú er stundin komin, at tey, sum vilja menna føroyskt vinnulív, fara undir at endurskoða vinnupolitikkin og fáa hann aftur á beint.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil fegið vera við í hesum arbeiði og mælir til, at um aðalráðini verða umskipað, eigur ein samhangandi vinnupolitikkur at verða gjørdur fyri allar vinnugreinir. Eisini skal vinnulóggávan gerast greið og eins fyri allar vinnugreinir. Hetta fer at skunda undir virkishugin.

Umfatandi fíggjarkreppan, sum rakti heimin fyri tveimum árum síðan, hevur lagt trýst á flestu búskapir, eisini tann føroyska. Politiska skipanin hevur tó ikki megnað annað enn at álagt vinnuni eyka gjøld og økt um umsitingarligu byrðarnar hjá henni. Her má vend at koma í.

Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar politiskan vilja til at varpa ljós á tær umstøður, sum kunnu skapa framburð og menning í vinnulívinum. Hetta kann politiska skipanin gera við at seta sjøtul á at orða ein miðvísan vinnupolitikk og skipa hendan politikk eftir teirri stødd, ið Føroyar hava.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya