3

Virkir og stovnar hittu næmingar á Miðnámi á Kambsdali

25. mars. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið luttók á kunningartiltaki á Miðnámi á Kambsdali, har næmingar fingu høvi at hitta umboð fyri virkir og stovnar.

Í farnu viku varð skipað fyri kunningartiltakið á Miðnámi á Kambsdali, har virkir og stovnar fingu møguleika at hitta næmingar og greiða teimum frá sínum virkisøki, hvat arbeiðið hjá teimum fevnir um, hvørjar útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar eru innan økið og hvat eitt lærupláss fevnir um.

Eitt breitt úrval av fyritøkum vóru umboðað; fyritøkur úr handilsvinnuni, framleiðsluvinnuni, smiðju- og byggivinnuni, KT-vinnuni, ferðavinnuni, umframt almennir stovnar av ymsum slag.

Sambært kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið gjørt, um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni, er tað stórur tørvur á yrkislærdum starvsfólkum í Føroyum. Tørvurin á lærlingum endurspeglar í stóran mun tørvin hjá privatu vinnuni á yrkislærdum starvsfólkum. Fyritøkurnar leita eftir smiðjum av øllum handaslagi, billakerarum, kokkum, kondittarum, byggismiðum, speditørum, timburmonnum, málarum, elektrikarum, múrarum, slaktarum, bakarum og handilslærlingum fyri at nevna nøkur. Kanningin vísur á, at lærlingar hava ein sera stóran týdning fyri at tryggja eina støðuga og neyðuga starvsfólkatilgongd í privatu vinnuni og tí er týdningurin á slíkum kunningartiltøkum stórur, og tað er at fegnast um, at áhugin hjá fyritøkum og stovnum at luttaka er stórur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya