Virkisveðið er vinnuni kærkomið

31. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Uppskot um at seta í gildið virkisveð (virksomhedspant) kemur nú fyri løgtingið, og er hetta eitt týdningarmikið átak fyri at betra um fíggingarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnufyritøkum.

Ein av grundarsteinunum handan lántøku úr einum fíggjarstovni, er tann trygd, ið veitast kann. Er trygdin ikki nøktandi, so gerst lánsváðin stórur, og trupult er at fáa fígging. Virkisveðið hevur í stuttum við sær, at til ber at fáa fígging úr einum peningastovni mótvegis trygd í tí ein fyritøka eigur, og seinni kemur at eiga, uttan at henda veðseting kemur at tarna vanliga raksturinum. Undir verandi tinglýsingarlóggávu, er sjálvdan ráðiligt at veðseta t.d. vørugoymslir ella áogn hjá debitorum, tí hvør lutur ella fakturi skal eyðmerkjast. Hetta merkir, at ein fyritøka kann koma soleiðis fyri, at henni verður noktað fígging vegna manglandi trygd, hóast samlaðu ognir hennara eru nøktandi.

Dømi við trygd í vørugoymslu

Um ein kreditorur í dag skal hava nøktandi trygd í einari vørugoymslu, skal viðkomandi hava eitt lyklapant. Hetta merkir í roynd og veru, at einki kann fara út av goymslu uttan við loyvi frá tí sum fíggjar goymsluna. Við virkisveðið kann vøra frítt flytast út av goymslu og tann nýggja vøran, ið kemur inn, verður av sær sjálvum fevnd av veðsetingini. Kreditor hevur sostatt til eina og hvørja tíð trygd í tí, sum liggur á goymslu.

Dømi við trygd í áogn hjá skuldarum

Um ein kreditor í dag skal hava trygd í áogn hjá skuldarum, skal hetta í hvørjum einstøkum føri fráboðast skuldarunum, eins og hvørt einstakt krav skal ‘yvirdragast’ til kreditor. Við virkisveðið fær kreditor leypandi trygd í øllum tilgóðahavandi hjá skuldarum, og neyðugt er ikki at yvirdraga og fráboða í hvørjum einkultum føri.

Sostatt gerst umsitingin minni, og lættari gerst hjá fyritøkuni at veðseta tær ognir hon eigur.

Virkisveðið er ikki eitt nýtt fyribrigdi, tí longu í 19. øld varð virkisveðið (floating charge) nýtt í Bretlandi. Í dag finst veðið, undir ymiskum treytum, í nógvum londum. Í Danmark var virkisveðið tikið í nýtslu í 2006.

Eftir at alheims lágkonjukturin byrjaði í 2008, hava tjóðbankar kring heimin ført ein víðkanarpolitikk, ið heimurin ikki fyrr hevur sæð, í eini roynd at fáa gongd á aftur búskaparhjólini. Stuttfreistaða rentan er sett tætt at nullmarkinum, við tí fyri eyga at fáa samlaðu nýtsluna upp. Gjaldføri er eisini pumpað út í skipanina, við vón um, at hetta kemur fyritøkum til góðar sum fígging, ið verður nýtt til íløgur. Áhugin hjá tjóðbankunum, ið hava sett hesi tiltøk í verk, er, at lítlar og miðalstórar fyritøkur fáa lættari atgongd til fígging. Tað er serliga úr hesum parti av vinnulívinum, at virðisøking verður skapt. Hetta eru tær fyritøkur, ið hava fyri neyðini at framhaldandi nýskapa seg sjálvar, fyri at tryggja høgan vøkstur. Tí skula tær sjálvandi hava bestu treytir at fáa fígging, so til ber at kappast á jøvnum føti við stóru fyritøkurnar.

Í Føroyum kunnu vit nú - við at broyta verandi lóggávu - økja um møguleikan hjá okkara lítlu og miðalstóru fyritøkum at fáa fígging. Tí er at vóna, at Løgtingið samtykkir uppskotið um virkisveð.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L