Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” varð í síðstu viku fyriskipað av Eftirútbúgvingargrunninum Vitan
22 mans luttóku á skeiðnum, sum var fullteknað. Hesir komu bæði úr privata-, kommunala- og almenna geiðranum.
Vegurin sum arbeiðspláss varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Skeiðshaldari var Jesper Christiansen.
Næsta Vegurin sum arbeiðspláss skeiðið, sum verður 3. - 4. desember er eisini fullteknað.
Vitan, sum fyriskipaði skeiðið, er eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni.
Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.