Vitjan í ES-kommissiónini í sambandi við ESE 2010

12. apríl. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stóra fiskivinnuframsýningin “European Seafood Exposition”(ESE), verður í Brússel í døgunum 27. til 29. apríl. Í sambandi við framsýningina skipar Sendistova Føroya í ES fyri áhugaverdari vitjan í Evropeisku kommissiónini hósdagin 29. apríl.

Í sambandi við, at ESE 2010 verður 27. til 19. apríl skipar sendistovan í Brússel fyri vitjan í ES-kommissiónini hósdagin 29. apríl. Í kommissiónini verður kunnað um evropeisku stovnarnar sum heild og um arbeiðsháttin hjá teimum við atliti til fiskivinnupolitikk, m.a. verður ein fyrilestur um endurskoðanina av ES-fiskivinnupolitikkinum.
Føroyska Sendistovan í Brússel bjóðar øllum luttakarunum úr Føroyum við til vitjanina, sum byrjar á Føroysku Sendistovuni. Tey, ið ætla at luttaka, skulu boða frá hjá Fridu Johannesen, frida@mfa.fo, í seinasta lagi 22. apríl.
Á árligu fiskivinnuframsýningini hittast keyparar og seljarar úr 140 londum og samanlagt er vanliga talan um 1.600 fyritøkur, ið sýna fram sínar vørur. Úr Føroyum fara 17 fyritøkur at hitta samstarvspartar og kundar, og sigast má, at henda stevna hevur sera stóran týdning fyri okkara útflutningsvinnu.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya