Vøksturin í heimsbúskapinum minni enn áður mett

25. november. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein nýggj framskriving frá OECD vísir, at heimsbúskapurin fer at vaksa, men vøksturin verður minni enn áður mett.

Heimsbúskapurin fer komandi tvey árini vaksa við ávíkavist 3,6% og 3,9 %.

Í USA verður roknað við einum vøkstri uppá umleið 3 % um árið, meðan framgongdin í evrulondunum vil verða minni, men tó vaksandi. Vøksturin verður hægri uttanfyri OECD, sjálvt um vøksturin í teimum sokallandi Emerging Markets (lond har BNP pr íbúgva í miðal er lægri enn í teimum framkomnu londunum) helst verður lægri komandi árini enn undanfaru árini.

Minkandi vøkstur í Emerging Markets og tann manglandi framgongdin í evrulondunum og USA merkir, at vøksturin verður meira javnur sæð yvir øll londini enn fyrr roknað við.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at OECD metir, at vøksturin í heimsbúskapinum verður minni enn áður mett.

Kelda: Danske bank og DI

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya