Alivinna 1

Vóngóðar ætlanir um marknaðaratgongd

19. august. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at ætlanirnar hjá landsstýrinum um eina kappingarføra marknaðaratgongd fara at eydnast

Tað vekir góðar vónir, at landsstýrið í ólavsøkufrágreiðing løgmans ætlar at virka fyri, at føroyskar fyritøkur og føroyskar vørur fáa kappingarføra marknaðaratgongd.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi eftirlýst, at handilspolitiska økið verður raðfest hægri, soleiðis  at Føroyum fáa betri marknaðaratgongd fyri vørur og tænastur.

Spennandi marknaðir
Landsstýrið nevnir ítøkiliga í ólavsøkufrágreiðingini, at ”serliga arbeiðið mótvegis ES, Bretland, Brasil, Kina, Japan og Suðurkorea verður raðfest frammarlaga.”

Hetta er skilagott.

Sambært nýggjari spurnarkanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, so siga føroysku útflutningsfyritøkurnar nevniliga, at serliga Suðurkorea, Kina, Japan og India eru áhugaverdir marknaðir fyri okkara fiskavørur. Tollforðingar ávirka tó kappingarførið fyri føroyskar vørur.

Lesið her, hvat føroysku útflutningsfyritøkurnar siga í spurnarkanningini.

Føroyskar útflutningsfyritøkur seta eisini sína vón til, at heilsufrøðiligu forðingarnar verða beindar av vegnum og tað skjótt gerst møguligt at útflyta fisk til Brasil. Serliga saltfiskavinnan, hevur leingi ynskt at útflyta fisk til Brasil, sum er fólkaríkasta landið í Suðuramerika.

Standa uttan fyri felagsskapir
Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum hevur valt at standa uttan fyri allar teir handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru partur av. Men tað valið gevur samstundis eina serliga ábyrgd fyri at seta nóg mikið av orku av til at betra um marknaðaratgongdina.

Tí er tað at gleðast um, at landsstýrið fer at seta meira ferð á arbeiðið við at tryggja Føroyum eina kappingarføra marknaðaratgongd.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

    Vinnuhúsið og Útlendingastovan hava í samstarvi gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk.

    06. Januar. 2025
    14Df86a26f309af3d8b49339cbf17f39464397f5 W1152 H0 Fs