Nevndarformaðurin í SINTEF fer at hava spennandi fyrilestur um avbjóðingar, sum fyritøkur møta í talgilda samfelagnum, og eisini um týdningin av menning og samstarvið millum fyritøkur og vinnugreinar fyri at gerast betri kappingarfør.
Á Vinnudegnum fer Walter Qvam at tosa um tær avbjóðingar og møguleikar, sum fyritøkur møta í sambandi við, at tøkni gerst ein størri partur av gerandisdegnum. Hann fer somuleiðis at greiða frá, hvussu vinnuligt samstarv kann stimbra nýhugsan – serliga tá talan er um smærri og miðalstórar fyritøkur. Í Noregi er stovnaður felagsskapurin DIGITALNORWAY, hvørs endamál er at hjálpa og seta í verk tøkniliga menning í fyritøkum. DIGITALNORWAY er eitt samstarv millum vinnuna og myndugleikarnir, og Walter fer at greiða frá teimum royndum og fyrimunum, slíkt samstarv hevur havt fyri norska vinnulívið.
Walter Qvam hevur drúgvar royndir frá vinnulívinum í Noregi. Sum samtaksstjóri í KONGSBERG hevur Walter staðið á odda fyri at menna og framleiða vørur og tænastur til eitt nú maritimu vinnuna. Í 2016 fór Walter frá sum samtaksstjóri í KONGSBERG, og í dag er hann m.a. nevndarformaður í óhefta granskingarstovninum SINTEF, DIGITALNORWAY og altjóða fyritøkuni PGS.