Windows XP – ikki atgongd til netbankan

30. juni. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eftir 14. juli hava teldur sum nýta Windows XP stýrisskipanina ikki atgongd til netbankan longur.

Orsøkin er tann, at Oracle, sum er veitari av forritinum Java, hevur avgjørt, at frá 15. juli verður Java ikki framhaldandi sambæriligt við Windows XP. Hesa avgerð hevur Oracle tikið, tí at Microsoft er givið við at trygdardagføra gomlu Windows XP stýrisskipanina, sum av fyrstan tíð kom á marknaðin í 2001. Tað hevur við sær, at vandin fyri at teldan verður fongd við virus, ella at óviðkomandi fáa atgongd til telduna, økist.

Fyri at brúka Netbankan krevst dagført Java forrit á telduni, og tí eiga allar teldur ið nýta Windows XP at verða dagførdar við eini nýggjari stýrisskipan skjótast gjørligt.  15. juli verður Java forritið dagført á Netbankanum, og eftir dagføringina ber ikki til at innrita umvegis Windows XP.

Alt eftir, hvussu gomul teldan er, kann gerast neyðugt at keypa eina nýggja teldu, tí nýggjari stýriskipaninar seta størri krøv til telduna enn Windows XP ger.

Mett verður, at í Føroyum eru ímillum 2000-3000 brúkarar av netbankanum, ið nýta Windows XP.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya