www.kveik.fo dátugrunnurin fyri kvinnur, menn og lesandi

10. oktober. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið yvirtók í vár raksturin av dátugrunninum www.kveik.fo. Síðan tá eru tillagingar gjørdar á heimasíðuni soleiðis, at nú kunnu bæði kvinnur, menn og lesandi, sum eru áhugaði í at bjóða seg fram, skráseta seg.

Seinastu tíðina hevur Vinnuhúsið arbeitt við at tillaga heimasíðuna www.kveik.fo, og nú eru vit komin á mál í fyrsta umfari.
Nú er heimasíðan og dátugrunnurin soleiðis skipaði, at bæði kvinnur og menn kunnu skráseta seg og somuleiðis lesandi.
Upprunaliga endamálið við www.kveik.fo var at fáa kvinnur at bjóða seg fram til álitisstarv og ásannandi, at tað eru 334 kvinnur skrásettar í dátagrunninum er endamálið nátt. Nú er tíðin komin til at gera tað gjørligt hjá øðrum at bjóða seg fram.
Endamálið við, at lesandi eisini skulu kunnu skráseta seg á síðuni er at gera tað lættari hjá bæði vinnuni og tí almenna at finna føroysk lesandi til ymiskar uppgávur, sum eru egnaðar til lesandi at nýta í sambandi við útbúgvingina tey eru í holt við.
Í samband við dagføringina av www.kveik.fo vilja vit heita á øll tey sum eru skrásett í dátagrunninum um at dagføra sín profil.
Vinarliga
Marita Rasmussen, stjóri
Vinnuhúsið

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya