Depositphotos 272277916 XL

Yvirlit yvir frídagar

03. apríl. 2023 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Nú páskirnar eru fyri framman eru nakrir lógar- og sáttmálaásettir frídagar, sum arbeiðsgevarin má fyrihalda seg til. Á heimasíðu okkara er eitt yvirlit yvir hesar frídagar.

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. Páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.

Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
  • Samverk

Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Flogteknikarafelag
  • Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)
  • Føroysk Miðlafólk

Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

Yvirlit yvir lógar- og sáttmálaásettir frídagar her

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya