Yvirlýsing frá Arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag

19. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava biðið um fund við leiðsluna í samgonguflokkunum fyri at umrøða, hvørjar ætlanir eru í samband við fíggjarlógarkarmin fyri 2011, sum skal leggjast fram í komandi viku.

Arbeiðarfeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd um, at ætlanirnar hjá samgonguni at áleggja føroyska vinnulívinum fleiri skattir og avgjøld eru óskilligar. Stjórnir í londunum kring okkum hava seinasta 1½ árið gjørt skipanir fyri at lætta um hjá vinnulívinum fyri at tryggja arbeiðspláss og virksemi. Alskyns styttri og longri skipanir og serskipanir eru gjørdar, og lond flest royna at stýra ímóti sveigginum í búskapinum fyri at mótvirka fíggjarkreppuni, ið rakar um allan heimin.
Í Føroyum verður tað øvugta gjørt. Tað sæst í fíggjarlógini 2010, og ábendingar eru um, at gongdin heldur áfram.
Feløgini undrast á, at tað er vinnulívið, har tey flestu av teimum arbeiðsleysu koma frá, sum skal áleggjast fleiri byrðar fyri at fáa landskassaundirskotið niður.
Tað eru starvsfólk í vinnulívinum, sum standa fyri at skapa tey virðir, sum skulu økja um peningarenslið í almenna kassanum. Tískil er tað tilskundan til meira virksemi í vinnulívinum, sum er leiðin fram fyri at økja um inntøkur landskassans.
Tað er í primervinnunum, at ófaklærdu starvsfólkini starvast, og tað eru tey, sum fyrst gerast arbeiðsleys nú byrðarnar á vinnulívið økjast. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, sum vísa, at 80% av teim arbeiðsleysu eru ófaklærd.
Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru samd um, at henda gongd má steðgast beinanvegin so fleiri arbeiðspláss ikki fara fyri bakka.
Vegna,
Arbeiðarafeløgini                                                    Føroya Arbeiðsgevarafelag
Ingeborg Vinther, forkvinna í FA                              Jóhan Páll Joensen, formaður
Hans Joensen, formaður í HAM
Vigdis Johannesen, forkvinna í HAK
Jastrid Niclasen, forkvinna í KAK
Arthur Guðjónsson, formaður KAM

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya