Yvirvísmaður ynskir opnar dyr fyri nýggjum vakstrarpakkum

01. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, eigur at vera klárur at veita fleiri hjálparpakkar til danska búskapin, ið framvegis er raktur av kreppu.

Hetta eru fyrstu viðmerkingarnar frá Hans Jørgen Whitta-Jacobsen, formanni í danska búskaparráðnum, eftir at nýggja Løkke-stjórnin í síðstu viku kunngjørdi sínar ætlanir fyri, hvussu Dannmark skal stýrast gjøgnum kreppuna, samstundis sum nýggj tøl fyri danska tjóðarroknskapin vísa, at 2009 – við einum falli í bruttotjóðarúrtøkuni á heili 5,1%  - búskaparliga gjørdist tað ringasta árið síðani seinna heimsbardaga.

Fallið í bruttotjóðarúrtøkuni í 2009 gjørdist upp aftur størri enn vit væntaðu í okkara forsøgn í heyst, ið annars var hildin at vera rættuliga svartskygd. Hetta gevur eitt søguliga vánaligt útgangsstøði fyri 2010 og undirstrikar tørvin á framhaldandi at hava allar møguleikar opnar í sambandi við at fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd til rættis,” sigur formaðurin í danska búskaparráðnum, ið vanliga verður kallaður yvirvvísmaðurin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya