Føroya Arbeiðsgevarafelag fer komandi vikurnar at geva sítt íkast í sambandi við kommunuvalstríðið.
Kommunuvalið 2024
Færri og sterkari kommunueindir
Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran betri fíggjarliga, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Kommunur eiga at raðfesta landstreym beinanvegin
Nú tað stundar til kommunuval vil Reiðarafelagið fyri Handilsskip minna á, at føroysku kommunurnar hava ein gyltan møguleika at gera mun á grønu leiðini við at veita skipum landsstreym. Landstreymur er avgerandi fyri kappingarførið hjá havnum og reiðaríum og fyri trivnað hjá borgarum.
Vit eiga at savna saman IRF og KB í eina felags skipan
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at burturkastfeløgini, IRF og KB, eiga at verða savnað í eina felags skipan. Soleiðis framtíðartryggja vit best burturkastøkið, við betri og effektivari tænastu til vinnu og borgarar.
FAG: Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag meinar:
Færri og sterkari kommunueindir
Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran betri fíggjarliga, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroyar hava tørv á færri og sterkari kommunueindum. Tað krevur annaðhvørt, at kommunur leggja saman ella fara samstarva meira tvørturum kommunumørk. Tað er áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag roynir støðugt at varpa á týdningin á at hava ein nógv skynsamari almennan rakstur við størri og skynsamari eindum.
Ov nógvar kommunur
Tað eru 29 kommunur í Føroyum. Hagtøl vísa, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Í fimtu hvørjari kommunu verður yvir 30 prosent av øllum rakstrinum brúktur til at umsita kommununa – also til fyrisiting hjá kommunustýrinum. Hetta er als ikki skynsamt.
Fleiri kommunur eru bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga veikar. Av somu orsøk er ivasamt um tær megna at veita tær tænastur, tær eru settar til. Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran betri fíggjarliga.
Ein høvuðsavbjóðing
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at effektivisering og serliga leikluturin hjá tí almenna er ein høvuðsavbjóðing. Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir. Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at minka um talið á kommunum, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.
Hvørja ferð, uppgávur verða fluttar til kommunurnar, stendur Føroya Arbeiðsgevarafelag ofta spyrjandi, tí vanliga minkar luturin hjá landinum ikki samsvarandi. Sama er galdandi, tá ið uppgávur verða fluttar millum almennar stovnar. Seinastu árini hava vit eisini brúkt nógva orku og pening til at talgilda nógvar tænastur, men kortini síggjast millum lítlar og ongar sparingar aftur. Kanska heldur tvørturímóti.
Eisini ein spurningur um haldføri
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað neyðugt við einum nógv skynsamari almennum rakstri. Vøksturin í almennu útreiðslunum heldur fram at vaksa. Tí er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa.
Ein møguleiki kundi verið millum tvey og trý prosent. Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri.
Við færri og sterkari kommunum kann hugsast, at tað verður lættari at hava eina neyva fíggjarstýring í almenna geiranum.
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.
Lokalu umstøðurnar at reka vinnu hava stóran týdning fyri allar fyritøkur, sum virka kring landið.
Eitt kommunuval stendur fyri durum, og tí vil Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið er røddin hjá privatu vinnuni, varpa ljós á nøkur grundleggjandi øki, sum eru týdningarmikil at taka upp í kommunuvalstríðnum.
Fimm mál
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.
- Lægri kommunuskattur
Um tú vilt gera tað lokkandi hjá fólki at búgva og virka í Føroyum og at velja júst tína kommunu, er eitt avgerandi stig at lækka kommunuskattin. Fleiri kommunur eiga tí at taka stig til at lætta um kommunuskattin.
- Færri og størri eindir
Í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Tað er neyðugt at savnað kommunur, fólkaskúlar og almennar stovnar í størri eindir, soleiðis vit fáa gagnnýtt starvsfólkini rætt. Ikki minst í eini tíð, har stórur tørvur er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eitt nú gjørt vart við, at tað er neyðugt at skipa burturkastsøkið í eina effektiva skipan og ikki sum í dag í tveimum skipanum. https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/vit-eiga-at-savna-saman-irf-og-kb-i-eina-felags-skipan
- Fleiri útstykkingar
Ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann vaksa um virksemið, er atgongdin til hóskandi vinnulig grundstykkir. Tí er umráðandi, at føroysku kommunurnar hava vinnustykkir klár til vinnuna, bæði til leigu og til ognar.
Harumframt er tað eisini sera týdningarmikið, at kommunur stykkja nóg mikið út til bústaðarendamál. Atgongdin til bústaðir er ein fortreyt, um vinnan og tað almenna skal fáa nóg mikið av skikkaðum starvsfólkum.
- Minni kommunalt vinnuvirksemi
Tað er eingin orsøk, at kommunur átaka sær uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja. Latið tí privata fyritøkur gera tað, sum tær duga best, eitt nú sláa gras, rudda kava, reka kantinur ella knúsa grót.
- Góða barnaansing og eldrarøkt
Røddir um eitt nýtt Exit Føroyar ræða. Skulu Føroyar vera lokkandi fyri ung fólk at seta búgv, er týdningarmikið, at barnaansingin hevur eina nøktandi góðsku. Starvsfólk, sum fara í barsil, mugu kenna seg trygg við, at har er eitt hóskandi barnaansingartilboð, tá ið tey eru liðug við barsilstíðarskeiðið. Somuleiðis mugu tey kunna fara til arbeiðis hvønn dag, og vita, at barnaansingarskipanirnar, sum skulu taka ímóti teirra børnum, eru støðugar og hava høga góðsku.
Sama er galdandi fyri eldrarøktina.
Geva okkara íkast
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer komandi vikurnar at geva sítt íkast í sambandi við kommunuvalstríðið.
Vit eiga at savna saman IRF og KB í eina felags skipan
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at burturkastfeløgini, IRF og KB, eiga at verða savnað í eina felags skipan. Soleiðis framtíðartryggja vit best burturkastøkið, við betri og effektivari tænastu til vinnu og borgarar.
Tørvurin á einari framkomnari og effektivari burturkastskipan er stórur í vinnuni. Samstundis hava vit seinastu áratíggjuni framt risaíløgur fyri at binda landið saman við vegum og tunlum, sum gera tað lættari at flyta seg.
Heldur enn at uppbyggja tvær paralellar burturkastskipanir í hesum lítla landi, eiga tær at verða savnaðar í einari felags skipan við støði í tørvinum her heima. Soleiðis gagnnýta vit eisini tær íløgur, sum eru gjørdar fyri at binda landið saman.
Hvørki vinnan ella borgarin fær eina betri ella bíligari tænastu av at IRF og KB hava dupultfunktiónir við hvør síni fyrisiting, hvør síni bókingarskipan o.s.fr.
Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at vit ikki skulu varðveita tvær brennistøðir í landinum, um tað annars er besta loysnin.
Stórar íløgur fyri framman
Tað er av alstórum týdningi at vit tryggja eina effektiva og vælvirkandi skipan fyri burturkast. Stórar broytingar liggja fyri framman, nú vit flyta okkum frá einum ”brúka og tveita burtur” búskapi til ringbúskap har tilfar, í størsta mun, verður hildið í ringrás. Burturkastviðgerð í Føroyum hevur seinastu 40 árini verið miðsavnað kring brennistøðir, men við skiftinum til ringbúskap er neyðugt at raðfesta aðrar framkomnar loysnir. Hetta fer at krevja, at vit gera stórar íløgur í skipanir, sum geva fleiri møguleikar til endurvinning, innsavning og hagtøl. Besta loysnin fyri okkum í Føroyum er at hesar íløgur verða gjørdar í einari felags skipan.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at IRF og KB eiga at vera løgd í eitt felags burturkastfelag soleiðis at virksemið kann rekast so skynsamt og effektivt sum møguligt. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri at íløgurnar skapa óneyðuga høgar burturkastprísir fyri bæði vinnu og borgarar.
Somuleiðis er umráðandi, at nevndin í felagnum verður mannað við professionellum fólki við teimum røttu førleikunum.
Kommunur eiga at raðfesta landstreym beinanvegin
Nú tað stundar til kommunuval vil Reiðarafelagið fyri Handilsskip minna á, at føroysku kommunurnar hava ein gyltan møguleika at gera mun á grønu leiðini við at veita skipum landsstreym. Landstreymur er avgerandi fyri kappingarførið hjá havnum og reiðaríum og fyri trivnað hjá borgarum.
Føroyski handilsflotin er fevndur av strongum altjóða umhvørviskrøvum, sum hava til endamáls at minka um útlátið. Eitt avgerandi átak á leiðini at gerast meira burðardygg er, at havnir kunnu veita skipum landstreym.
Tað eru eisini greiðir fyrimunir hjá kommunum við at bjóða landstreym. Landstreymur er ein munandi íløga, men langtíðar ágóðar ísv. fígging, umhvørvi og umdømi eru eyðsæddir. Íløga í landstreym tryggjar ikki bert framtíðar kappingarførið hjá havnum, men samsvarar eisini við alheims burðardygdarmál, sum fara at tiltrekkja skip, samstundis sum betrað verður um lívsgóðskuna hjá lokalsamfelagnum. Hetta framskygda stigið fer at staðseta havnir sum leiðandi innan grønan maritima logistikk og tryggja sær pláss á einum skjótt mennandi umhvørvisliga tilvitaðum heimsmarknaði.
- Vit eftirlýsa, at kommunurnar taka sín leiklut í størri álvara og gera neyðugu útbyggingarnar fyri at veita okkara skipum landstreym. Fyrimunirnir við landstreymi eru nógvir - eitt nú kann landstreymur minkað munandi um útlátið. Larmur frá skipunum minkar eisini og reiðaríini hava betri møguleika at liva upp til altjóða umhvørviskrøv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.
So hvørt sum umhvørvisreglur herðast um allan heimin er sannlíkt, at havnir, ið veita landstreym, hava ein kappingarfyrimun at fáa vitjan frá reiðaríum, ið eru tilvitað um umhvørvið. Ein havn, sum ikki ger íløgur í landstreym, kann missa kundar til havnir, sum bjóða grønar loysnir.
- Umleggingar til landsstreym taka tíð. Eitt er fyrireiking og at seta landstreymsanleggið upp, men skipini mugu somuleiðis gera umleggingar umborð fyri at kobla til landstreymsanleggið. Vit eru alt ov sein á veg á hesum økinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.
Í fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár sæst, at landsstýrið ætlar at seta av 2 mió. kr. árliga komandi trý árini í stuðli til kommunurnar at útbyggja landstreym. Hetta er ein gott átak á leiðini at fáa landsstreym, hóast talan ikki eru um eina stóra upphædd.
Føroyar hava samtykt at fylgja teimum krøvum, sum International Maritime Organisation (IMO) setur fyri at minka um útlátið. Fyri at røkka hesum málum mugu øll gera sín part. Handilsskip eru sinnað at gera neyðugar íløgur, og hava í fleiri førum longu gjørt tær. Landið og kommunur mugu eisini gera sín part – við at gera íløgur í landstreym til skipini.