► Ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar
► Ráðgeving í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum
► Ráðgeving til byggivinnuna
► Ráðgeving til vinnugreinafeløg og teirra limir
Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum i Føroyum og Reiðarafelagnum fyri Farmaskip kunnu venda sær til Vinnuhúsið við sáttmála- og arbeiðsmarknaðarspurningum. Umsitingin í Vinnuhúsinum kann sjálvandi ikki svara øllum spurningum, og har vit ikki strekkja til, kunnu vit vísa á, hvør møguliga kann hjálpa.
Allir spurningar, sum hava prinsipiellan týdning fyri vinnuna ella ávísar vinnubólkar, verða viðgjørdir. Koma limafyritøkur út í trætur við fakfeløg ella myndugleikar um sáttmála- ella arbeiðsmarknaðarmál, ið hava almennan áhuga fyri vinnuna, tekur Arbeiðsgevarafelagið um endan og fer um neyðugt í rættin vegna limafyritøkuna.
Niðanfyri er virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stutt lýst. Fleiri upplýsingar um virksemið hjá vinnugreinafeløgunum er at finna her á heimasíðuni undir einstøku feløgunum.
Avmarkingar í tænastum okkara
Stuðul
Feløgini í Vinnuhúsinum fáa fitt av fyrispurningum um stuðul – lestrarstuðul, námsferðir og stuðul til ymisk tiltøk. Tí hava vit gjørt greiðar leiðreglur viðvíkjandi stuðli.
Alment kann sigast, at feløgini ikki veita stuðul av slíkum slag. Feløgini eru áhugafeløg, sum eru fíggjað við limagjaldi, og hesin peningur skal brúkast til rakstur og verkætlanir hjá feløgunum. Tað er upp til limirnar, hvørt teir vilja stuðla tiltøkum, verkætlanum ella fólki undir útbúgving.
Feløgini kunnu tó í heilt serligum førum, tá talan er um vinnumennandi verkætlanir, veita ávísan stuðul.
Reklamur og tílíkt tilfar
Vinnuhúsið sendir ikki reklamur og tílíkt tilfar út til limirnar í feløgunum.
Undir reklamur koma t.d. lýsingar av vøru frá ávísum veitara og lýsingar av tiltøkum, sum ávísur veitari skipar fyri.