Tað er týdningarmikið, at lesandi í Føroyum og uttanlands knýta sambond við føroyska samfelagið undir lesnaðinum. Vinnuhúsið bjóðar seg til at verða millumlið millum lesandi og føroyskar vinnufyritøkur.
Lesandi kunnu venda sær til Vinnuhúsið fyri at fáa vegleiðing og hjálp í sambandi við uppgávur, serritgerðir og annars um áhugi er fyri at arbeiða við evnum, sum hava týdning fyri føroyskt vinnulív.
Mentorskipan fyri føroyingar undir útbúgving
Lesandi kunnu senda umsókn til Vinnuhúsið um at fáa ein mentor úr føroyska vinnulívinum. Ein mentor er eitt fólk við vitan og royndum úr vinnulívinum, sum virkar sum vegleiðari hjá hinum lesandi. Mentorurin vegleiðir hinum lesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við uppgávuskriving og eina yrkisleið í privata vinnulívinum í Føroyum.
Um lesandi ynskja samband við Vinnuhúsið fyri at fáa ein mentor, ber til at skriva til industry@industry.fo ella at ringja á telefon 309900.
Søk um mentor her.