Vinnan hittist til samveru og íblástur á Vinnudegnum
Endamálið við Vinnudegnum er at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarin ár verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Veitslan í ár verður hildin í høllini hjá Poul Michelsen heilsølu á Hoyvíksvegi 74.
Alexander Bard - How The Internet changed the world forever, and how AI is The Internet becoming intelligent
Alexander er í Svøríki kendur sum kjakari, cyberfilosofur og sjónvarpsvertur. Hann er kendur fyri sínar kontroversiellu meiningar og tankar um tøkni, samfelag og menningina í framtíðini. Hann er eisini partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO.
Á vinnudegnum fer hann at viðgera spurningin um talgilding og ta ávirkan, hon hevur á samfelagið.
___________________________________________________________
Soulaima Gourani - The Future of Work & Embracing Change
Soulaima er úr Danmark og er íverkseti búsitandi í Kalifornia. Hon hevur búð í USA síðani 2016. Hon er viðurkendur røðari, vinnuráðgevi, rithøvundur, kjakari, og er harumframt stjóri og medstovnari í software fyritøkuni Happioh Software Inc, . Hon hevur havt lyklasessir í fyritøkum sum Mærsk Data, Microsoft og Hewlett-Packard. Harumframt er hon fyrrverandi TED Fellow mentor og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.
Á Vinnudegnum greiðir hon frá nýggjastu vitanini um heimsins rák innan leiðslu. Við ágrýtni gevur hon kunnleika og íblástur til at menna fyritøkuna.
___________________________________________________________
Sigríður Mogensen - How innovation and IT infrastructure will determine countries future competitiveness
Sigríður er stjóri í vinnu- og hugverksdeildini í Samtök Iðnaðarins í Íslandi. Sigríður er eisini nevndarforkvinna í Klak, Icelandic Startups og hevur sitið í ymiskum nevndum og stjórnum seinastu árini fyri Samtök Iðnaðarins. Sigríður hevur eisini sitið í stjórnini hjá Júpíter rekstrarfelag, verið í váðanevndini hjá stjórnini hjá Kviku, og hon er næstforkvinna í stjórnini hjá Gamma Capital Management
Við innliti úr Íslandi fer hon á Vinnudegnum at vísa hon á, hvussu fyritøkur í Íslandi arbeiða við nýskapan og effektivisering til at menna sítt virksemi og hvønn týdning tað hevur.
___________________________________________________________
Emilie Lundblad - Skab værdi med AI som leder og organisation
Emilie er økisstjóri og AI MVP hjá Microsoft og stjóri í AI & Automation hjá Hempel A/S.
Sum stjóri fyri AI & Automation hjá Hempel A/S brúkar Emilia sínar 15 ára royndir innan tøkni, dátur og AI til at fremja nýskapan og effektivisering. Hjá Hempel miðar hon eftir at brúka AI og tøkni innan talgilding til at betra um rakstrarvirkni, styrkja burðardygd og betra kundanøgdsemi.
Emilia hevur fingið heiðursløn og viðurkenning sum Microsoft MVP í Data Platforms og luttøku í Microsoft Regional Director-skránni síðani 2023. Hon er harumframt tilnevnd Hyperights Nordic Top 100 innan dátur og AI.
Hon brennir fyri tí transformativa møguleikanum hjá dátum og AI til at skapa ein burðardyggari og meira effektivan heim. Hon strembar eftir at fremja broytingar og kanna nýggjar leiðir innan AI og automatistisering.
Á Vinnudegnum fer hon sum AI-serfrøðingur at greiðir frá hvat tú skalt vita um AI, og hvussu amboðini nýtast til at taka betri avgerðir.
___________________________________________________________
Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “AI í verki”. Her fara Jaspur Højgaard, KT-leiðari í Føroya Tele, Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, Bárður D. Christiansen, arkitektur hjá MAP arkitektum, Arne Winthereig, fíggjarleiðari hjá Mowi og Suni Justinussen stjóri í GroAqua, at greiða frá hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.
___________________________________________________________
Tað verður Kjartan Hansen sum í ár fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum.