Setanarprógv (1)

Arbeiðsgevarin og arbeiðsmarknaðurin

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við lóggávu, kollektivum sáttmálum og avtalum o.l. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at seta seg inn í viðkomandi lógir, sáttmálar og avtalur fyri at tryggja sær, at hesar reglur verða hildnar.

Eitt kjarnuøkið hjá Føroya Arbeiðsgevaafelag er arbeiðsmarknaðurin. Høvuðsuppgávan hjá felagnum er at samráðast við fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum um lønar- og sáttmálaviðurskifti og svara dagligum fyrispurningum og tulkingarspurningum frá virkjunum um sáttmálar, lógir v.m.

Leiðslurætturin:
Leiðslurætturin er stutt sagt rætturin hjá arbeiðsgevaranum at leiða og býta arbeiðið. Leiðslurætturin byggir á vanligar rættarreglur. Leiðslurætturin merkir, at

  • arbeiðsgevarin leggur arbeiðið til rættis ella ger fyriskipanir hesum viðvíkjandi. Hetta merkir vanliga, at arbeiðsgevarin ger av, hvat fyri arbeiði starvsfólkið skal gera, hvussu arbeiðið verður útint, og hvar arbeiðið verður gjørt.
  • arbeiðsgevarin ásetir, hvørjar fyriskipanir eru neyðugar til eftirlit. Eftirlitið merkir, at arbeiðsgevarin kann seta í verk rakstrarliga hóskandi fyriskipanir fyri at tryggja, at arbeiðstíðin verður vird, forða fyri óreglusemi og fremja trygd í sambandi við, at arbeiðið verður gjørt.

Arbeiðsgevarin ásetir fyriskipanir v.m. um, hvussu atferðin skal vera á arbeiðsplássinum. Hesar fyriskipanir eru neyðugar fyri at fáa arbeiðsplássið at virka. Ein avleiðing av leiðslurættinum er, at arbeiðsgevarin hevur rætt at tulka sáttmálarnar. Eru partarnir ósamdir um tulkingina, kann fakfelag royna tulkingina í gerðarrætti (2005)

Mynd: Arbeiðsmarknaðarlóggáva (leinki til heimasíðuna)