Depositphotos 23234852 XL

Burðardygd

Burðardygd- varandi gagnnýtslu av tilfeingi

Varandi gagnnýtsla av tilfeingi merkir, at tilfeingið verður gagnnýtt soleiðis, at bæði vit og komandi ættarlið eisini framyvir hava møguleika at fáa gagn av tí tilfeingi, vit í dag nýta í okkara framleiðslu av vørum og tænastum. Hetta er ein tvørgangandi fortreyt fyri øllum vinnuligum virksemi, og hesum eiga land og kommunur at taka atlit at, tá ið karmar fyri vinnuligum virksemi verða lagdir til rættis.

Við tilfeingi verður í hesum sambandi serliga sipað til náttúrutilfeingi, men eisini kapitaltilfeingi og menniskjaligt tilfeingi[1] eru fevnd av hesum.

Varandi gagnnýtsla av náttúrutilfeingi merkir millum annað, at fiskastovnar verða røktir við umsitingarætlanum, ið geva bestu úrtøku yvir tíð. Sama er galdandi fyri framleiðslu á landi og í firðinum, sum skal leggjast til rættis við umhvørviseftirliti, soleiðis at náttúran verður røkt og varðveitt fjølbroytt, og ikki verður ávirkað meira enn hon tolir av vinnuligum virksemi.

Varandi gagnnýtsla av kapitaltilfeingi merkir millum annað, at bygningar, vegir, tunlar, skip og onnur rakstrartól verða røkt og hildin við líka soleiðis, at mest møgulig nytta fæst burtur úr almennu íløgunum, ta tíðina, hesar verða gagnnýttar. Tað almenna eigur harumframt at ganga undan við at dagføra almennar bygningar, akfør, skip og aðrar ognir, soleiðis at almennu ognirnar altíð eru dagførdar samsvarandi nýggjastu umhvørvis­krøvu­num.

Varandi gagnnýtsla av menniskjaligum tilfeingi merkir millum annað, at øll fólk fáa møguleika at bjóða sínar førleikar fram á arbeiðsmarknaðinum. Eingir sam­felags­bólkar eiga at føla seg útihýstar, og fólk við skerdum førleikum eiga heldur ikki at vera útihýst frá arbeiðsmarknaðinum. Fólk við avmarkaðum førleikum á ávísum økjum, eiga at fáa møguleikar at bjóða seg fram á øðrum økjum.

Øll eiga at at taka lut og vera partur av menningini og vøkstrinum í samfelagnum., og arbeiðsumhvørvislóg­gáva skal virka fyri tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð fylgir tøkni­ligu menningini og sosialu gongdini í samfelagnum.

[1] Menniskjaligt tilfeingi eru starvsfólkini. Menniskjaligt tilfeingi er ein beinleiðis umseting av enska heitinum Human Resources (HR).