Føroyska javnstøðulógin var samtykt í 1994. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, tó so at øðrum kyninum kunnu verða tryggjað serlig rættindi, um tey verða givin fyri at røkka endamálinum við lógini. Kvinnur og menn skulu hava eins møguleikar til útbúgving og arbeiði og yrkisliga og mentanarliga menning.
Meginreglan er, at hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn.
Arbeiðsgevari kann ikki gera mismun vegna kyn í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.
Kvinnur og menn skulu hava eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði. Arbeiðsgevari skal geva kvinnum og monnum eins møguleikar til t.d. útbúgving, eykaútbúgving, umskúling og økt starvsføri.
Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.