Javnrættindi snúgva seg um, í hvønn mun fólk av báðum kynum hava sama rætt í einum ítøkiligum máli, meðan javnstøða snýr seg um, hvussu støðan so veruliga er í kynsbýtinum á einum øki. Um t.d. bæði kvinnur og menn formliga hava sama rætt til at søkja eitt leiðslustarv, er talan um javnrættindi. Um tað hóast javnrætt vísir seg, at 90% av leiðarunum eru menn, meðan 10% eru kvinnur, er ikki talan um javnstøðu, hóast rætturin at bjóða seg fram til størvini er tann sami.
Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at kvinnur og menn hava fingið javnrættindi á flestu økjum. Nøkur undantøk eru, m.a. eru ikki javnrættindi innan barsilsøkið.
Kjakið innan javnstøðuøkið snýr seg ofta um tann grundleggjandi spurning, hvørt miðast einans skal eftir javnrætti ella um miðast eisini skal eftir javnstøðu, um javnrættindi á einum øki ikki av sær sjálvum føra til tað úrslitið, sum man heldur vera rætt.