Føroyska barsilsskipanin varð stovnað í 2001, og lógin er broytt og tillagað nærum árliga síðani.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur seinastu árini gjørt vart við, at skipanin í síni heild tørvar eina eftirmeting og tillaðing til føroysk viðurskfiti. Hetta fyri at sleppa undan at gera broytingar við jøvnum millumbilum, men heldur at viðgera skipanina í síni heild og síðani at lata skipanina royna seg í frið.
Í Føroyum er útgjaldshámarkið kr. 25.000 umframt eftirlønargjald. Útgjaldið varð sett niður í 2004 frá kr. 35.000 til verandi upphædd.
Nógv er hent síðani 2004. Til dømis er brúkaraprístalið hækkað við 19 stigum á indeksinum (frá 101 til 120), og lønirnar á privata arbeiðsmarknaðnum eru hækkaðar uml. 30%.
Hagtøl vísa, at samanlagt verður meira løn útgoldin til menn. Fleiri kvinnur arbeiða niðursetta tíð, og eisini lutfalsliga fleiri kvinnur arbeiða innan vinnugreinar við lægri lønarlagi. Av teirri orsøk kann hugsast, at útgjaldsupphæddin kann vera ein av orsøkunum til, at kvinnan tekur størsta partin av barsilstíðarskeiðnum.
Við hesum í huga heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at útgjaldið úr Barsilsgrunninum skal hækkast fyri at beina burtur størsta mismunin millum kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum. Í sama viðfangi eigur barsilstíðarskeiðið at styttast. Barsilstíðarskeiðið í Føroyum er millum tey longstu í Norðurlondum og í Europa, og hetta er ikki fremjandi fyri javnstøðuna.