Innleiðsla um týdningin av viðkomandi skúlagongd í fólkaskúla, yrkisútbúgvingum og hægri útbúgvingum
Útbúgving er týdningarmesta íløgan í produktión. At hava góðar og viðkomandi útbúgvingar- og granskingarskipanir merkir, at útbúgvingar- og granskingarumhvørvið verður lagt soleiðis tilrættis, at útbúgvingar og gransking eru viðkomandi, mennandi og virðisskapandi fyri føroyska samfelagsbúskapin og samfelagið annars.
Førleikar og menning hava alsamt størri týdning fyri nýskapan og produktivitetsvøkstri í føroysku vinnuni. Tað er tí umráðandi, at vit í Føroyum hava atgongd til viðkomandi útbúgvingar av høgari góðsku. Vit hava tørv á fólki við praktiskum, yrkisrættaðum førleikum og á fólki við útbúgvingum á akademiskum støði. Tí er tað týdningarmikið, at læring heilt frá barnagarði umvegis fólkaskúla rúmar ymiskleika og fjølbroyttar dygdir.
Eisini er týdningarmikið við gransking í viðkomandi evnum á høgum støði, sum kann menna og loysa avbjóðingar í vinnuni, ikki minst, tá ið talan er um serføroyskar avbjóðingar. Tað finnast fleiri góð dømi um væleydnaðar granskingarverkætlanir knýttar at vinnuni, t.d. innan alivinnuna, men tað eru eisini fleiri viðurskifti, ið eru afturúrsilgd og tørva dagføringar á útbúgvingarøkinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sær eisini ein tørv á fleiri viðkomandi útbúgvingum fyri føroyska samfelagið. Føroyskir útbúgvingarstovnar eiga tí at menna føroyskar útbúgvingar- og granskingarverkætlanir í nógv tættari samstarvi við vinnuna.
Ongar blindvegir í útbúgvingarskipanini
Tað um umráðandi, at ein utbúgving gevur møguleika til víðari lesnað ella læru. Føroyskar útbúgvingar eiga at vera samskipaðar soleiðis, at til ber at byggja omaná útbúgvingina. Hetta merkir, at yrkislæra ella útbúgving skal geva atgongd til víðari læru ella lesnað, um ynski er til tess.
Framtíðar førleikar
Tað er ilt at vita, hvørjir førleikar fara at krevjast á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Samfeløg broytast støðugt, og eingin ivi er um, at talgildingin og autmatiseringin broyta tørvin á førleikum.
Førleikameting og vaksnamannalæra
Sum liður í at útvikla og menna útbúgvingarskipanina hevur førleikameting at týdningarmiklan leiklut. Førleikameting hevur til endamáls at geva vaksnum fólki møguleikan at fáa sínar førleikar mettar í mun til viðkomandi útbúgving, soleiðis at viðkomandi royndir verða tiknar við sum partur av útbúgvingini.
Yrkisútbúgvingar
Tað er ovurhonds stórur tørvur á yrkislærdum. Yrkislærd starvsfólk tryggja fakligu góðskuna í uppbygnaðinum av samfelagnum.
Les meira her