Tað er ilt at vita, hvørjir førleikar fara at krevjast á framtíðar arbeiðsmarknaðinum. Samfeløg broytast støðugt, og eingin ivi er um, at talgildingin og autmatiseringin broyta tørvin á førleikum.
Tað talgilda samfelagið er komið fyri at vera, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera neyðugt at síggja førleika í talgilding sum grundførleika á støði við lesing, skriving og rokning. Best hevði verið, um hetta var endurspeglað í undirvísingarskipanini frá heilt ungum árum eins og við hinum grundførleikunum.
Tað eru ikki bert starvsfólk, ið starvast á skrivstovu, sum merkja broytingarnar, sum talgildingin hevur við sær. Í størri og størri mun merkist talgildingin á øllum arbeiðsplássum. Hetta er ein menning, sum fer at halda fram í árunum, sum koma, og tað er væl hugsandi, at talgildir førleikar vera ein fortreyt fyri skilabestu luttøku í samfelagnum í framtíðini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at vit sum samfelag eiga tryggja, at eisini teir neyðugu talgildu førleikarnir eru at fáa í samfelagnum. Hetta er neyðugt, um øll skulu hava møguleikan at standa seg væl í samfelagnum í dag eins væl og í morgin. Tað verið seg einstaklingurin, fyritøkan ella Føroyar sum land. Hetta er ein av grundfortreytunum fyri at varðveita kappingarføri á øllum vinnuligum og samfelagsligum økjum.
Hvørjir førleikar, ið annars krevjast í framtíðini, er torført at spáa um, men í einum lítlum samfelag sum okkara mugu vit miðja eftir at hava teir førleikar, ið krevjast her á landi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at politiska skipanin átti at tikið stig til at kanna og útgreina, hvussu føroyski arbeiðsmarknaðurin fer at síggja út frameftir, og hvørja arbeiðsmegi og hvørjar útbúgvingar, framtíðar arbeiðsmarknaðurin fer at spyrja eftir. Hetta eigur sjálvsagt at vera gjørt saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. (Vinnusjónarmið)