Í vinnusjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag byrjar føroyskur vinnupolitikkur beint eftir seinna heimsbardaga, tá ið Føroyar fingu heimastýri. Føroyskir politikarar løgdu seg beinanvegin eftir at fáa framgongd og vøkstur í føroyska búskapin við at stuðla fiskivinnuni fíggjarliga, til at byggja nýggj skip og endurnýggja fiskiflotan.
Hesin politikkurin riggaði til eitt vist, men stuðulin til fiskivinnuna og stýringin av vinnuni vant alt meira upp á seg og fór fullkomiliga av sporinum, við tí úrsliti, at allur tann føroyski samfelagsbúskapurin fór av knóranum tíðliga í 1990-árunum.
At Føroyar fóru á húsagang tíðliga 1990-árunum hevði vanlukkuligar avleiðingar við sær fyri føroyingar og alt tað føroyska samfelagið, men hetta var samstundis ein dýrur lærupengi fyri føroyska samfelagið. Vit høvdu lært, at tað í longdini ikki ber til at skapa búskaparligan vøkstur og at menna vælferðarsamfelagið við politiskari stýring av vinnuni. Somu feilir skuldu ikki gerast umaftur, og tí varð nýggjur vinnupolitikkur settur út í kortið, har vinnan skuldi vera stuðulsfrí við greiðum skottum millum politisku skipanina og privatu vinnuna.
Hesi nýggju prinsippini á vinnupolitiska økinum eiga stóran part av æruni fyri, at føroyska samfelagið hevur ment seg til tað vælferðarsamfelag, vit kenna í dag.
Tað er tí hugstoytt at síggja, at nýggj ættarlið av politikarum, nú vísa fleiri tekin um ætlanir at menna føroyska vælferðarsamfelagið og umfordeila virðir og ognir í samfelagnum, við at reka sosialpolitikk umvegis stýring av vinnuni, og sostatt venda aftur til vinnupolitikkin, sum varð rikin fram til fyrst 1900-árunum, tá ið føroyska samfelagið kollsilgdi av rikna vinnuolitikkinum.
Føroyar er ein lítil opin búskapur við stórum handilsligum samskifti á altjóða pallinum. Grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum er tí í stóran mun grundað á handilssamskiftið, sum føroysk vinna hevur í altjóða samfelagnum.
Vinnupolitisku prinsippini og tilmælini frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til politisku skipanina taka støði í hesum veruleika. Vinnupolitikkurin skal mennast frameftir. Kikarin skal ikki vendast aftureftir. Politiska skipanin skal áseta karmar, har vinnan virkar undir javnbjóðis kappingarfortreytum, uttan beinleiðis politiska stýring. Umfordeiling og fígging av føroyska vælferðarsamfelagnum eigur at fara fram umvegis skattaskipanina.
Bert soleiðis tryggja vit vælferðarsamfelagið Føroyar í komandi tíðum.