Vinnupoplitikkur

Hvat er vinnupolitikkur?

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir javnan á, at føroyski vinnupolitikkurin eigur at verða endurskoðaður og dagførdur, men hvat er vinnupolitikkur?

Vinnupolitikkur snýr seg um tær treytir og teir karmar, sum politiska skipanin letur vinnuna virka innanfyri. Tað ber tí illa til at geva eina einfalda allýsing av vinnupolitikki. Vinnupolitikkurin er eitt úrslit av politiskum avgerðum av ymsum slag á ymsum økjum, ið samanlagt skapa vinnuliga umhvørvið hjá vinnuni. Gagnligur vinnupolitikkur snýr seg um at skipa umstøðurnar soleiðis, at vinnan framleiðir størst møguligt virði fyri samfelagið.

Sambært OECD er besti vinnupolitikkurin:

  1. At lata kapital og arbeiðsmegi verða brúkt har tey skapa størst møguligt avkast.
  2. At stuðlað verður undir menning av produktivitetinum hjá einstaka starvsfólkinum og einstøku fyritøkuni, serliga umvegis betri gagnnýtslu av KT, menning av innovatión og betraðar leiðslu og arbeiðsgongdir.

Vinnupolitikkur kann sostatt lýsast sum eitt kloddateppi av politiskum avgerðum av ymsum slag, men yvirskipaðu málini og stevnumiðini við vinnupolitikkinum eru tó púra greið, og við støði í best practice vinnu­poli­tikkinum hjá OECD, vil Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsa yvirskipaðu málini við føroyska vinnu­poli­tikkinum soleiðis:

“Politiska skipanin eigur at geva vinnuni best møguligar karmar, við varandi gagnnýtslu av tilfeingi, at skapa vøkstur og virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum, har kapping og kappingarføri er drívmegin og reyði tráðurin í privata vinnuliga virkseminum”

Hvussu røkka vit so hesi yvirskipaðu málunum við vinnupolitikkinum? Hvørja strategi skal politiska skipanin leggja fyri at røkka vinnupolitisku málunum?

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur síni sjónarmið og tilmæli til politisku skipanina, hvussu yvirskipaðu vinnupolitisku málini kunnu røkkast, við størst møguligum smidleika, umvegis t.d. skatta-, arbeiðs­mark­naðar-, fíggjar-, orku-, umhvørvis- og útbúgvingarpolitikk.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur stóran dent á, at atlit verða tikin at serligum viðurskiftum og avbjóðingum, ið eyðkenna føroyska samfelagsbúskapin, soleiðis at støði verður tikið í tí veruleika vit liva í, men tilmælini eiga samstundis at vera haldfør fleiri ár frameftir, líka mikið, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.