Stavnhald

Vinnupolitisk prinsipp

01 Varandi gagnnýtsla av tilfeingi

01 Varandi gagnnýtsla av tilfeingi

Varandi gagnnýtsla av tilfeingi merkir, at tilfeingið verður gagnnýtt soleiðis, at bæði vit og komandi ættarlið eisini frameftir hava møguleika at fáa gagn av tí tilfeingi, vit í dag nýta í okkara framleiðslu av vørum og tænastum.

Les meira

02 Støðugar karmar

02 Støðugar karmar

Tað hevur stóran týdning, at vinnan kennir karmarnar, hon fær at virka innanfyri frá politisku skipanini, nøkur ár fram í tíðina, soleiðis at vinnan kann leggja sínar ætlanir innan fyri hesar karmar.

Les meira

03 Vælvirkandi marknaðir

03 Vælvirkandi marknaðir

At marknaðirnir eru vælvirkandi merkir, at náttúrutilfeingi, starvsfólk og kapitalur verða nýtt, har tey skapa størst virði.

Les meira

04 Effektiva og kappingarføra skattaskipan

04 Effektiva og kappingarføra skattaskipan

At skattaskipanin er kappingarfør merkir, at tað ikki eru skatta- og avgjaldsskipanirnar, ið eru avgerandi fyri, um føroyskir løntakarar fara av landinum at arbeiða, ella hvat teir annars velja at fáast við á heimliga arbeiðsmarknaðinum.

Les meira

05 Effektiva skipan kring almenn rættindi

05 Effektiva skipan kring almen rættindi

Tað almenna ræður yvir fleiri rættindum við búskaparligum virði, t.d. fiskirættindum, aliloyvum, festirættindum og rættindum til at gagnnýta vatn til vinnulig endamál. Hesi rættindi verða við loyvisskipanum latin privatum feløgum í sambandi við teirra vinnuvirksemi.

Les meira her

06 Góðar og viðkomandi útbúgvingar- og granskingarskipanir

06 Góðar og viðkomandi útbúgvingar- og granskingarskipanir

At hava góðar og viðkomandi útbúgvingar- og granskingarskipanir merkir, at útbúgvingar- og granskingarumhvørvið verður lagt soleiðis til rættis, at útbúgvingar og gransking eru viðkomandi, mennandi og virðisskapandi fyri føroyska samfelagsbúskapin og samfelagið annars.

Les meira

07 Smidligan arbeiðsmarknað

07 Smidligan arbeiðsmarknað

Ein smidligur arbeiðsmarknaður merkir, at tað er lætt hjá arbeiðstakarum at skifta millum størv, samstundis sum arbeiðsgevarar hava góða og breiða atgongd til arbeiðsmegi.

Les meira

08 Effektivt undirstøðukervi

08 Effektivt undirstøðukervi

Fyri eitt lítið fjarskotið oyggjaland sum tað føroyska mitt í Atlantshavinum hevur eitt effektivt undirstøðukervi alstóran týdning bæði innanoyggja og millum Føroyar og útheimin.

Les meira

09 Vælvirkandi almennan geira

09 Vælvirkandi almennan geira

Tað mugu vera greiðar linjur millum alment og privat virksemi. Vinnuligt virksemi verður lagt til privatu vinnuna at taka sær av, og politiska skipanin eigur at taka sær av og raðfesta stóru vælferðarøkini, sum t.d. heilsu-, almanna-, skúla- og eldraøkið.

Les meira

10 Dagførda vitan um samfelagsgongdina

10 Dagførda vitan um samfelagsgongdina

Dagførd vitan um samfelagsgongdina er í veruleikanum ikki eitt vinnupolitiskt prinsipp, men Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur kortini valt at taka hetta við undir vinnupolitisku prinsippini, tí støðan hesum viðvíkjandi er als ikki nøktandi í dagsins samfelag, og Føroyar hava fyrr brent seg av vantandi vitan um veruligu støðuna og gongdina í samfelagnum.
Les meira