Hetta er ein tvørgangandi fortreyt fyri øllum vinnuligum virksemi, og hesum eiga land og kommunur at hava í huga, tá ið karmar fyri vinnuligum virksemi verða lagdir til rættis.
Við tilfeingi verður í hesum sambandi serliga sipað til náttúrutilfeingi, men eisini búskaparligt tilfeingi og menniskjaligt tilfeingi(1) eru fevnd av hesum.
Varandi gagnnýtsla av náttúrutilfeingi merkir millum annað, at fiskastovnar verða røktir við umsitingarætlanum, ið geva bestu úrtøku í longdini. Sama er galdandi fyri framleiðslu á landi og í firðinum, sum skal leggjast til rættis við umhvørviseftirliti, soleiðis at náttúran verður røkt og varðveitt fjølbroytt og ikki verður ávirkað meira, enn hon tolir, av vinnuligum virksemi.
Varandi gagnnýtsla av kapitaltilfeingi merkir, at kapitalurin sleppur at leita sær hagar, sum hann fær størsta avkastið, og at tað ber til at viðlíkahalda og gera nýiløgur í kapitalapparatið.
Varandi gagnnýtsla av menniskjaligum tilfeingi merkir millum annað, at øll fólk fáa møguleika at bjóða sínar førleikar fram á arbeiðsmarknaðinum. Eingir samfelagsbólkar eiga at føla seg útihýstar, og fólk við skerdum førleikum eiga heldur ikki at vera útihýst frá arbeiðsmarknaðinum. Fólk við avmarkaðum førleikum á ávísum økjum eiga at fáa møguleikar at bjóða seg fram á øðrum økjum. Øll eiga at taka lut og vera partur av menningini og vøkstrinum í samfelagnum, og arbeiðsumhvørvislóggáva skal virka fyri tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð fylgir tøkniligu menningini og sosialu gongdini í samfelagnum.
(1) Menniskjaligt tilfeingi eru starvsfólkini. Menniskjaligt tilfeingi er ein beinleiðis umseting av enska heitinum Human Resources (HR).