Harumframt er týðandi, at skatta- og avgjaldsskipanirnar eru
settar saman soleiðis, at tær ikki eru kappingaravlagandi og
hava ring árin á virkis- og framleiðsluhugin, og harvið eisini á
virðisskapanina í landinum.
OECD hevur víst á, at tað serliga er høgur partafelagsskattur og høgur lønarskattur, sum hava ringa ávirkan á virðisskapanina, tí ov høgir partafelags- og lønarskattir minka um íløguog arbeiðshugin.
Hesum sjónarmiðum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við. Tó skal tað viðmerkjast, at føroyski felagsskatturin á 18% verður mettur at vera kappingarførur í altjóða høpi í løtuni.
Føroyar eru eitt nýmótans og vælvirkandi vælferðarsamfelag
við sama tænastustøði sum mest framkomnu vælferðarsamfeløgini um okkara leiðir. Eitt nýmótans vælferðarsamfelag er kostnaðarmikið í rakstri, og í Føroyum verða stórir partar av vælferðartænastunum fíggjaðar gjøgnum lønarskattin. Føroyski lønarskatturin er sostatt høgur, tí útboðið av vælferðartænastum økist alla tíðina, og talið á løntakarum er
avmarkað.
Tað leggur harumframt eyka trýst á føroyska løntakaran, at føroyska samfelagið er sera opið við fleiri serskipanum fyri arbeiðsmegi, ið arbeiðir aðrastaðni, umframt fólki, sum kemur til landið í styttri tíðarskeið. Øll hesi rinda ikki sama lønarskatt sum vanligi lønmóttakarin í Føroyum, men tey hava fyri stóran part somu atgongd til vælferðartænasturnar, sum føroyski lønmóttakarin rindar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir tí ikki, at føroyska skattaskipanin er tíðarhóskandi og egnað til framhaldandi menning av føroyska vælferðarsamfelagnum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum mælt til at lækka persónliga inntøkuskattin, serliga lækka marginalskattin á lág- og miðalinntøkur. Munagóðir skattalættar fara at kosta almennu kassunum stórar upphæddir. Tí má hetta fremjast gjøgnum eitt longri áramál í tøttum samstarvi millum land og kommunur, har vanligi inntøkuskatturin stigvíst verður lækkaður, samstundis sum frádráttir og serskipanir verða strikaðar, og fleiri tænastu- og brúkaragjøld koma ístaðin.
Tað ber neyvan til at fremja slíkar umskipanir til fleiri tænastu- og brúkaragjøld, sum ikki fara at venda tunga endan niðureftir. Lægstu inntøkurnar í Føroyum rinda lutfalsliga lítið í inntøkuskatti, og skal tað vera møguligt at geva miðalinntøkunum ein skattalætta, sum verður fíggjaður við breiðari skattagrundarlagi, so verður trupult ikki at raka lægstu inntøkurnar. Tí verður helst eisini neyðugt við afturberingum til lægstu inntøkurnar.
Tað hevur harumframt stóran týdning, at skattaskipanin er soleiðis sett saman, at tað altíð loysir seg at arbeiða. Tað má ongantíð vera skattaskipanin, sum setir lønmóttakarar í eina slíka støðu, at tað fíggjarliga loysir seg betur at lata vera við at arbeiða.
Endamálið við skattum og avgjøldum er í fyrsta lagi at fíggja vælferðarsamfelagið, men skattir og avgjøld verða eisini brúkt til at ávirka eftirspurningin og nýtsluna í samfelagnum. Skatta- og avgjaldsskipanirnar eiga tí at verða lagdar soleiðis til rættis, at tað fíggjarliga loysir seg at velja orkusparandi loysnir við minni útláti fram um meira orkukrevjandi loysnir við størri útláti.