Førleikar og menning hava alsamt størri týdning fyri nýskapan og produktivitetsvøkstur í føroysku vinnuni. Tað er tí umráðandi, at vit í Føroyum hava atgongd til viðkomandi dygdargóðar útbúgvingar.
Vit hava tørv á fólki við praktiskum, yrkisrættaðum førleikum og á fólki við útbúgvingum á akademiskum stigi.
Eisini er týdningarmikið við gransking í viðkomandi evnum á høgum stigi, sum kann menna og loysa avbjóðingar í vinnuni, ikki minst tá ið talan er um serføroyskar avbjóðingar. Tað finnast fleiri góð dømi um væleydnaðar granskingarverkætlanir knýttar at vinnuni, t.d. í alivinnuni, men tað eru eisini fleiri viðurskifti, ið eru afturúrsigld og tørva dagføringar á útbúgvingarøkinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sær eisini ein tørv á fleiri viðkomandi útbúgvingum fyri føroyska samfelagið. Føroyskir útbúgvingarstovnar eiga tí at menna føroyskar útbúgvingar- og granskingarverkætlanir í nógv tættari samstarvi við vinnuna.
Føroyskir útbúgvingarstovnar mugu eisini hava tætt samstarv við útlendskar útbúgvingarstovnar, soleiðis at føroyskur ungdómur kann varðveita tilknýti til føroyska samfelagið, hóast tey taka útbúgvingina ella partar av útbúgvingini uttanlands. Endamálið er bæði at geva føroyskum ungdómi fleiri møguleikar og víðari sjónarring uttan fyri landoddarnar, soleiðis at tey kunnu vera partur av altjóða samfelagnum uttan at vera noydd at flyta av landinum í ov langa tíð.