Hetta fer fram á einum arbeiðsmarknaði, sum annars er væl
skipaður við avtalum og reglum.
Ein liðiligur arbeiðsmarknaður hevur avgerandi týdning fyri vinnulív og samfelagið annars.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður eftir tí sokallaða danska modellinum við avtalum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Henda skipanin leggur stóra ábyrgd á partarnar á arbeiðsmarknaðinum at samráðast um lønar- og setanarviðurskifti innan fyri karmarnar, lóggávan setir fyri trætuloysnum og øðrum ósemjum millum partarnar.
Samanborið við fleiri OECD-lond, sum OECD sigur hava ov stirvnar arbeiðsmarknaðarskipanir, so hava Føroyar og flestu Norðurlond rættiliga liðiligar og væl skipaðar arbeiðsmarknaðir. Grundarlagið undir vælskipaðu og liðiligu arbeiðsmarknaðunum eru avtaluskipanirnar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum og politiska skipanin mugu kenna og virða.
Smidleikin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ikki bert galdandi innanlands, hann røkkur eisini tvørtur um landamørk. Ein lutfalsliga stórur partur av føroysku arbeiðsmegini arbeiðir uttanlands. Hetta er sunt fyri føroyska samfelagið, men hetta frælsið er tó treytað av, at tey sum arbeiða uttanlands ikki fáa serligar treytir og ágóðar fram um tey, sum arbeiða í Føroyum.
At útvega arbeiðsmegi hevur verið ein daglig avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum seinastu árini. Tí eiga stuðuls- og serskipanirnar til føroyingar, ið arbeiða uttanlands at verða endurskoðaðar, samstundis sum føroyskir arbeiðsgevarar altíð eiga at hava góða atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, um hon ikki er tøk í landinum.
Tað eru møguliga eisini avleiðingarnar av mongu forsøgnunum og spádómunum, seinastu árini, um at vit fara at verða færri og færri á arbeiðsmarknaðinum, sum nú síggjast. Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er ein avbjóðing at útvega arbeiðsmegi. Flestu londini uttan um okkum hava eisini tørv á arbeiðsmegi. Nógva staðni merkja tey harumframt bygnaðarligar avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum við stórum ósamsvari millum útboð og eftirspurning eftir arbeiðsmegi.
Hetta eru viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri, hvussu
arbeiðsmarknaðurin kemur at hátta sær í nærmastu framtíð.
Hóast bústaðarviðurskifti vanliga ikki verða mett sum arbeiðsmarknaðarmál, so hava bústaðarviðurskifti stóran týdning fyri ein smidligan arbeiðsmarknað. Ein fjølbroyttur bústaðarmarknaður við breiðum úrvali av eigara- og leigubústøðum, í ymsum støddum, hevur stóran týdning fyri flytiføri hjá arbeiðsmegini. Tað hevur stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin, at fólk hava møguleika at flyta eftir tørvi á lívsleiðini, líka frá tí, at tey byrja at útbúgva seg til arbeiðsmarknaðin, til eftir, at tey eru farin av aftur arbeiðsmarknaðinum at njóta pensjónist tilveruna. Her er føroyski bústaðarmarknaðurin alt ov stirvin við ov fáum og einstáttaðum útboði av bústøðum.