Hoyringssvar til kunngerð um burturkast
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag takka fyri høvið at ummæla nýggju burturkastkunngerðina.
Almennar viðmerkingar
Yvirskipað taka feløgini undir við at fáa dagført burturkastkunngerðina. Burturkast er eitt týdningarmikið øki fyri vinnuna, har vit, við teimum røttu fortreytunum, kunnu gera stór framstig uppá stutta tíð.
Landsætlan
Tað er gott at krøv verða gjørd um eina yvirskipaða landsætlan, sum tryggjar, at burturkastøkið heldur fram at menna seg og ikki steðgar upp. Vinnan hevur í langa tíð víst á, at burturkast má fáa hægri politiska raðfesting, soleiðis at størri partur av tilfarinum verður hildin í ringrás.
Vinnan eigur tann størsta partin av føroyska burturkastinum (millum 50-60%). Tað er eisini vinnuburturkast, sum hevur størstu menningarmøguleikarnar, tá talan er um stórar og reinar burturkastbólkar. Vinnan er tí ein sera týdningarmikil viðspælari, tá burturkastøkið skal mennast.
Vit halda tí, at umboð fyri vinnuna eiga at vera partur av bólkinum, sum ger landsætlanina saman við Umhvørvisstovuni og kommununum. Á hendan hátt tryggja vit, at landsætlanin veruliga tekur hædd fyri tørvi og ymisleika hjá vinnuni, so vit kunnu fáa eina vælvirkandi endurvinningarskipan.
Innsavningarskipanir
Fyri at fáa ein størri part av burturkastinum frá vinnuni í ringrás, er tað týdningarmikið, at tað er lætt at gera rætt. Hetta merkir, at innsavningarskipanir eiga at verða raðfestar fram um avhendingarskipanir. Tað er tí sera jaligt, at hægri krøv verða sett til innsavningarskipanir, so til ber at heinta fleiri bólkar úti hjá kundum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag mæla til, at innsavningarskipanin til húsarhaldsburturkast í § 14 verður víðkað til at fevna um alt húsarhaldslíkt burturkast. Hetta merkir alt burturkast, sum er framleitt av virkjum og stovnum, og har samansetingin svarar til burturkast frá húsarhaldum.
Eisini mæla feløgini til, at innsavning av vinnuburturkasti er eins í øllum landinum. Tá kunnu fyritøkur hava somu mannagongdir og upplæring, óansæð hvat í landinum tær virka. Hetta merkir, at § 16. stk 4 skal strikast:” Kommunan kann gera av, at ein innsavningarskipan sambært stk. 1 ikki skal fevna um ávísar bólkar av húsarhaldslíkum burturkasti ella bara fevna um ávís sløg av húsarhaldslíkum burturkasti.”
Góðskutryggjað hagtøl
Ein av teimum stóru avbjóðingunum fyri fyritøkur, tá tær royna at endurvinna størri part av burturkastinum er, at hagtølini frá KB og IRF ikki hava nóg góða góðsku. Hetta ger tað torført at fylgja við gongdini og at seta sær málbar mál. Tí fegnast feløgini um, at kunngerðin setur krøv um gjøgnumskygni og góðskutryggjað hagtøl.
Byggiburturkast
Byggiburturkast er eitt øki við stórum menningarmøguleikum. Tí er tað yvirskipað sera gott at krøv verða sett til kortleggingar. Í §22 er krav um, at kortlegging skal gerast av øllum bygningum yvir 250 fermetrar. Feløgini vilja gera vart við, at tað eisini eru privat sethús, ið eru størri enn 250 fermetrar og hesi áttu at verið undantikin.
Sambært §22 stk 2 skal kortlegging eisini vísa á, í hvønn mun byggitilfar kann endurnýtast, endurvinnast ella gagnnýtast. Í kunngerðini er tó ikki lýst, hvør hevur ábyrgdina av at taka sær av tí tilfari, sum er ov gott at koyra burtur. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag ásanna, at uppgávan at savna, goyma og endurnýta byggitilfar verður ov tung fyri hvørja einstaka fyritøku. Tí mæla feløgini til, at kommunalar ella privatar avhendingarskipanir verða settar upp til byggitilfar, ið skal brúkast aftur.
Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag