Komandi mánadag verður skeið í “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða á vegunum
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðnum, sum verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia mánadagin 28. og týsdagin 29. oktober.
Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.
Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:
- Navn
- Føðingardag
- Telefonnummar
- Teldupost
- Fyritøku
Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.