Lán og endurtrygging skulu hjálpa útflutningsfyritøkum

09. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum samtykti fríggjadagin 6. februar karmarnar fyri nýggju útflutningslániskipanini, ið er partur av fíggjarpakkanum hjá Fólkatinginum. Vinnumálaráðið hevur fyrr boðað frá, at føroyskar fyritøkur, á jøvnum føti við danskar, fáa atgongd til hesa skipan.

Harvið er tað greitt at Eksport Kredit Fonden (EKF) komandi 3 árini kann veita útflutningslán fyri 20 mia. kr. til útflutning, sum hevur eina kredittíð, ið er longri enn tvey ár.

Harumframt skal EKF eisini stuðla útflutningi við styttri kredittíðum. Hetta verður gjørt á tann hátt, at EKF endurtryggjar ein part av tí váðanum, sum privatu tryggingarfeløgini átaka sær í sambandi við útflutningstryggingar.

”Vit fegnast um at karmarnir fyri útflutningslániskipanina eru komnir uppá pláss. Nú kunnu vit av álvara fara undir at arbeiða við teimum mongu praktisku og løgfrøðiligu smálutunum, ið mugu vera í lagi, áðrenn vit kunnu veita tey fyrstu lánini og endurtryggja tær fyrstu útflutningstryggingarnar”, sigur Anette Eberhard, stjóri í EKF.

Nakrar av teimum uppgávunum, ið skulu loysast, eru at geva ES fráboðan um útflutningsláni­skipanina og at samráðast við bankar og privat tryggingarfeløg um praktisku og umsitingarligu karmarnar fyri útflutningslániskipanini og endurstryggingunum. Umsókn skal eisini sendast til Ráharraráðið hjá ES um undantaksloyvi til at endurtryggja útflutningstryggingar við stuttfreistaðari kredittíð til lond, ið eru limir í ES og OECD.

”Tá ein avtala skal fáast í lag millum so nógvar partar, er tað ikki bara EKF, sum avgerð nær skipanin verður klár. Men vit eru greið yvir, at nógvar fyritøkur dagliga hava trupulleikar við at fíggja teirra útflutning, og vit gera alt vit kunnu fyri at finna eina loysn skjótast gjørligt”, sigur Anette Eberhard.

Anette Eberhard vónar, at EKF er til reiðar at veita tey fyrstu lánini og tryggingarnar um miðan marts.
 
 
Fakta um skipanina:

·        Tað verður skipað ein útflutningslániskipan, ið hevur eina rammu uppá 20 mia. kr. yvir tey næstu 3 árini
·        Útflutningslán kunnu veitast til fígging av útflutningi, ið hevur eina kredittíð, sum er longri enn tvey ár
·        Fyritøkur skulu søkja um útflutningslán umvegis teirra egna peningastovn
·        Ein fyritreyt fyri at fáa útflutningslán er, at EKF samstundis veitir eina útflutningsábyrgd
·        EKF kreditmetir umsóknirnar og játtar ella noktar lánum og trygdum
·        Lántakari skal rinda eina broytiliga rentu, ið verður ásett á handilsligum treytum. Herumframt kemur eitt marknaðarásett gjald fyri útflutningstrygdina
·        Umframt at veita lán til útflutning við longum kredittíðum stuðlar EKF eisini partvís útflutningi við stuttfreistaðum kredittíðum. Hetta verður gjørt við at endurtryggja váðan hjá privatu tryggingarfeløgunum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya