KT-felagið hevur ta áskoðan, at KST kann verða ein loysn til at handfara tær truplu avbjóðingarnar, sum fíggjarkreppan hevur við sær fyri tað almenna og privata. Tað er tískil umráðandi, at vit framhaldandi menna KST-vinnuna og førleikarnar í Føroyum.
KT-felagið hevur ta fatan, at fíggjarkreppan fer at leggja trýst á effektivisering á tí privata og almenna økinum, og at tað fer at viðføra ein øktan eftirspurning eftir KST tænastum.
Hetta er ein týdningarmikil uppgáva, sum KST-vinnan fegin vil lyfta saman við pørtunum á privata og almenna økinum í Føroyum. Fyri at kunna lyfta hesa uppgávu er tað av stórum týdningi, at hildið verður áfram við at uppbyggja teir neyðugu førleikarnar innan KST-vinnu í Føroyum. KT-felagið hevur ta áskoðan, at tað er ein jalig gongd, at Fróðskaparsetrið hevur fingið økta játtan seinnu árini, og at ætlaninar um ein KT-førleikadepil og eina KT-útbúgving eru farnar av bakkastokki. Tað er ein sera týdningarmikil partur av arbeiðnum fyri at menna ta neyðugu KST-vinnuna og førleikarnar í Føroyum.
Tað er av stórum týdningi, at henda gongdin heldur áfram, og at tað fer at eydnast at fremja ætlanirnar um at seta fleiri starvsfólk og vónandi eisini Phd-lesandi næsta ár.
Við at hava eina vælvirkandi og førleikamenta KST-vinnu í Føroyum, standa vit øll sterkari komandi tíðina, sum óiva hevur stórar avbjóðingar til okkum øll. Ein góð KST-vinna fer at geva møguleikar bæði á heimamarknaðinum og globalt, bæði fyri KST-vinnuna og fyri onnur, ið nýta KST.
KT-felagið
Michael Thomsen, form.