Offshore Mediterranean Conference

09. februar. 2009 | Tíðindi | Orka

SamVit skipar fyri tvørvinnuligari handilsferð til Ravenna í sambandi við framsýningina

Í samstarvi við Oljuvinnufelagið skipar SamVit fyri handilsferð til Emilia-Romagna landslutin í Norður Italiu, har býirnir Ravenna, Bologna og Rimini liggja.
Eitt av endamálunum við ferðini er at vitja framsýningina Offshore Mediterranean Conference (OMC), sum er í Ravenna 25. - 27. mars og skapa sambond millum føroyskar og italskar fyritøkur.

Fleiri enn 360 altjóða fyritøkur luttaka á framsýningini OMC, ið afturat framsýningini eisini bjóðar eina ráðstevnu við røðarum úr øllum heiminum. Stjórin hjá ENI, Paolo Scaroni, verður leiðari av ráðstevnuni. Skrá og nærri kunning um OMC er á heimasíðuni http://www.omc.it/2009/
Frálandavinna er í Adriatarhavinum, og Ravenna er ein miðdepil fyri hesa vinnu. Ein handilsferð til hetta øki kann geva føroyskum tænastufyritøkum í frálandavinnu íblástur og nýggjar vinnumøguleikar.
Ætlanin er, at ferðin til OMC skal skipast sum ein tvørvinnulig handilsferð, har umboð frá øðrum vinnum eisini kunnu luttaka, og har SamVit skipar fyri serstakari skrá fyri hvørt vinnuøkið sær.

Emilia-Romagna landsluturin er eitt nú kendur fyri matvøruframleiðslu og ferðavinnu, og Ravanna er ein býur, ið er kendur fyri sínar arkitektonisku bygningar og økir av mentanarligum áhuga.

Handilsferðin verður í døgunum 24. – 28. mars og freistin fyri at boða frá luttøku er 16. februar.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Unn Poulsen á SamVit á telefon 306913 ella umvegis teldupost unnp@samvit.fo

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025